Lýsing
Skriva út
Vit sóknast eftir málaralærlingi til plátu- og lakkverkstað okkara ProLakk

Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og fjølbroyttum umhvørvi, við nýggjum avbjóðingum hvønn dag? Og vilt tú sleppa undan at gjalda landsskatt av tínum fyrstu 50.000 kr. árliga? So er hetta kanska júst rætta starvið til tín!
Vit sóknast eftir einum lærlingi, sum málari, ið er:
• samstarvssinnaður
• álítandi
• røkin
Tú verður partur av einum vælvirkandi, arbeiðssomum og dugnaligum toymi. Vit stremba eftir at veita bestu tænastu til kundan, og har kundanøgdsemi og góðska er í hásæti.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Tummas Paula av Reyni, verkførara, á tlf. 239731.
Umsóknin skal sendast til prolakk@prolakk.fo
Starvið verður sett skjótast gjørligt.