Lýsing
Skriva út
Vaktleiðari til Kommunalu Brennistøðina
Sóknast verður eftir vaktleiðara til Kommunalu Brennistøðina á Hjalla. Arbeiðið umfatar rakstur av brennistøð í døgnvaktarskipan umframt umvæling og røkt av útgerð, maskinum o.ø.
Førleikakrøv
Vit ynskja, at tú hevur góðan maskintekniskan førleika. Tú kann t.d. vera maskinmeistari / maskinistur, maskinsmiður, sveisari, elektrikari, bilsmiður ella líknandi, og/ella hava hóskandi viðkomandi royndir, t.d. at passa ketil- ella maskinannlegg.
Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/vaktleidari-til-kommunalu-brennistodina/