Lýsing
Vilt tú byggja land?
Okkum tørvar námsfrøðingar og hjálparfólk í Dagstovninum í Løkjatúni, ið ynskja at byggja land við týdningarmiklasta tilfeingi okkara – børnunum.
Vit eru 15 starvsfólk, ið gleða okkum at fáa teg í okkara hóp. Okkara arbeiði snýr seg um at vera um, menna og stimbra 26 vøggustovubørn og umleið 35 barnagarðsbørn á í alt fýra stovum.
Við góðari staðseting á Argjum, við brúnna um Sandá, liggur stovnurin bæði sentralt og umgirdur av náttúru. Vit brúka náttúruna sum rørslurúm og granskingarrúm, og við hesum frálíka nærumhvørvinum kunnu vit gera dagarnar hjá børnunum ríkar og fjølbroyttar.
Ert tú námsfrøðingur ella hjálparfólk, og vilt tú vera við til at geva Føroya framtíð eitt trygt og gott grundarlag, send so eina umsókn til okkum á beritw@torshavn.fo í seinasta lagi 15. juli 2021.
Um størvini
Vit leita eftir tveimum námsfrøðingum og tveimum hjálparfólkum at arbeiða í vøggustovunum á 30 tímar. Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað størv.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.
Vilt tú vita meir um størvini, kanst tú ringja til Berit, leiðara, á 26 22 61 ella senda ein teldupost til beritw@torshavn.fo.