Lýsing
Arbeið eftir skúlatíð í Intersport Jónas Broncks gøtu.
Intersport søkir eftir fólki, sum eru 15 ár og eldri til at arbeiða eftir skúlatíð.
Hevur tú hug at royna teg sum sølufólk og arbeiða í góðum arbeiðsumhvørvi saman við øðrum góðum fólki, so hevur tú møguleikan hjá okkum.
Vit hava brúk fyri røskum, ungum fólki at arbeiða efitr skúlatíð.
Arbeiðstíðinar eru skiftandi og nærri avtalaðar við setan.
Arbeiðið fevnir um at hjálpa kundunum hjá okkum og fylla vørur á hillar.
Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum S&K og FAG.
Áhugaðir umsøkjarar kunnu frætta nærri um starvið við at seta seg í samband við Joan Nolsøe, á tel (+298) 235353. ella á teldupost: joan@intersport.fo
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.
Thomas Dam intersport