Lýsing
Húsavørður til TSK
Skúlin sóknast eftir einum dugnaligum avloysara í húsavarðastarvinum at byrja 13.september og áleið 1 ár fram.
Vit leggja dent á, at húsavørðurin er nærlagdur, arbeiðssamur, dugur at leggja mongu uppgávurnar til rættis og er fyrikomandi móti næmingum og starvsfólkum.
Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:
- Umsjón og røkt av bygningum innan- og uttandura
- Gera smærri umvælingar
- Umsjón við øllum el- og hvs-skipanum, herundir tilhoyrandi telduskipanir
- Ábyrgd av reingerðini á skúlanum
- Fyrireikingar til serlig tiltøk m.a. flyting av innbúgvi
- Fíggjarliga ábyrgd av bygningsrakstri, herundir innkeyp
- Fíggjarliga ábyrgd av bygningsviðlíkahaldi og kontering á Búskaparskipan Landsins
- Ábyrgd av kavarudding og taka sær av flagging.
Førleiki:
Vit ynskja okkum, at umsøkjari hevur handverkaraútbúgving ella líknandi tøkniliga útbúgving og royndir, góð samstarvsevni og hevur førleika at arbeiða sjálvstøðugt. Hartil nakað av telduførleika og koyrikort.
Setanartreytir:
Starvið, sum vísir beinleiðis til skúlastjóran, er fulltíðarstarv sum avloysari og verður sett skjótast gjørligt. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Handverkarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn:
Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til runih@tsk.fo ella TSK, Postboks 20, 700 Klaksvík, í seinasta lagi mánadagin, 30. august 2021.
Áhugaði kunnu fáa meiri at vita um starvið, við at venda sær til verandi húsavørð ella skúlastjóran á telefon nr. 456311.
Tekniski Skúlin í Klaksvík er sjálvsognarstovnur og til skúlan hoyrir Skúlaheimið. Sjónám er eisini undir ábyrgdini hjá leiðsluni á TSK. Á stovnunum eru uml. 300 næmingar, 45 starvsfólk umframt skeiðsluttakarar.