Lýsing
Fastlønt arbeiðsfólk/maskinførari til grótbrotið í Hústoft
Landsverk søkir eftir maskinførara til grót- og skervverkið á Hústoft.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
- at luttaka í dagligu framleiðsluni, herundir hava eftirlit við maskinútbúnaði, sum er í rakstri, og leypandi vera við í arbeiðinum at tryggja støðuga framleiðslu
- at vera við í fyribyrgjandi viðlíkahaldi av útgerð
- at koyra entreprenørmaskinur
- at passa skervverkið
Um teg
Royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Tú skal hava vanliga koyrikortið og ein fyrimunur er, um tú hevur stóra koyrikortið. Tú skal vera førur fyri at koyra vanligar entreprenørmaskinur, eitt nú gravi- og lessimaskinur.
Tað er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávum.
Sum persónur ert tú ágrýtin, fyrikomandi, fleksibul og til reiðar at taka ímóti nýggjum avbjóðingum, eins og at geva eina hjálpandi hond.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært avvarðandi sáttmála.
Roknast kann við arbeiði á viðlíkahaldinum og framleiðsluni aðrastaðni á Virkisdeildini. Harumframt má roknast við nakað av úrtíðararbeiði.
Umsóknir
Umsókn og lívsgongdarlýsing (cv) skal sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. september 2021.
Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til Jack Johansen, formann á tlf. 290 721 ella jajo@lv.fo.