
Lýsing
Søkt verður eftir Námsfrøðingi/varaleiðara til Frítíðarskúlan við Stórá, at byrja skjótast tilber.
Frítíðarskúlin liggur í Rituvík og er stovnur undir Runavíkar kommunu. Men børnini í øðrum flokki
halda til, í Frítíðarhúsinum Elsa Súsanna, á Glyvrum. Á stovninum ganga tilsamans, uml. 110
frítíðarskúlabørn.
• Starvið er 30 tímar um vikuna, harav 5 tímar eru avsettir til leiðsluuppgávur
• Arbeiðstíðin er skiftandi millum kl. 09.00 - 17.00, og tá skúlin hevur frí millum kl. 7.30-17.00
• Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, á lønarstigi 11-22, + 2 lønarstig
Vit ynskja at umsøkjarin:
• Er áhugaður í og førur fyri at taka leiðsluábyrgd á seg eftir tørvi
• Er áhugaður í, at arbeiða við børnum í aldrinum 6 - 9 ár
• Er íðin, nærlagdur og álítandi
• Er fakliga tilvitaður, og hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
• Dugur at skipa fyri fjøltáttaðum, mennandi, og kveikjandi upplivingum og spennandi tilboðum til hendan barnabólk, í einum tryggum og góðum umhvørvi.
• Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
Vit bjóða:
• Eitt arbeiðspláss, sum ynskir at menna og arbeiða eftir dygdargóðari frítíðarnámsfrøði
• Eitt arbeiðspláss, sum leggur stóran dent á kreativitet og fysiskir aktivitetir
• Tíð til fyrireiking og eftirmeting
Umsóknir og umsóknarfreist
Umsóknir, saman við avriti av prógvi, ummæli, lívslongdarsøgu (cv) o.ø. skal vera stovninum í
hendi í seinasta lagi Sunnudagin 19. Septembur 2021.
Søk starvið á heimasíðuni hjá Runavíkar Kommunu. www.runavik.fo ella á beinleiðis leinkju her:
⇒ https://app.jobmatchprofile.com/asccd2
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Hans Andrias Olsen leiðara, á tlf 216630