Lýsing
Hevur tú hug at arbeiða við børnum á nýggjum bú- og viðgerðarstovni?
Søkt verður eftir starvsfólki, sum er áhugað í at arbeiða tvørfakligt, sum er umsorgarfult og hevur hug og vilja at geva námsfrøðiligan stuðul og viðgerð, soleiðis at børnini mennast sálarliga, sosialt, kropsliga og kognitivt.
Um størvini
Talan er um 2 størv 40 tímar um vikuna at byrja 01.11.2021 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið, allar dagar í vikuni. Starvsstaðurin er í Varðagøtu, sum er nýggjur og sum opnar í oktober.
Útbúgving
Søkt verður eftir starvsfólki, sum hevur antin námsfrøðiliga, sosialfakliga ella heilsufakliga útbúgving. Umsøkjarar, ið hava heilsufakliga útbúgving, mugu hava royndir innan tað psykiatriska økið.
Ynskiligt er, at umsøkjarar hava royndir at arbeiða við børnum og ungum við avbjóðingum.
Arbeiðsuppgávur
Talan er um námsfrøðiligt arbeiði, og tørvur er á at arbeiða tvørfakliga við teimum avbjóðingunum, sum børnini hava.
Arbeiðsuppgávurnar og málini eru at virka fyri, at børnini fáa rættstundis og javnbjóðis møguleikar, soleiðis at tey fáa bestu og røttu viðgerðina. Uppgávan er at hava umsorgan fyri børnunum, at gera teimum eitt heimligt umhvørvi og at veita námsfrøðiliga viðgerð, soleiðis at tey fáa teir neyðugu menningarmøguleikarnar at standa seg í lívinum.
Arbeitt verður mennandi og fyribyrgjandi. Støði verður tikið í, at starvsfólk taka ábyrgd av relatiónini við at seta seg inn í sálarligu, sosialu, kropsligu og kognitivu menningina hjá barninum. Harumframt snýr arbeiðið seg um at seta seg inn í avbjóðingar og atferð, sum kunnu vera psykososialar, kensluligar ella misnýtistrupulleikar.
Skrivligar uppgávur eru partur av dagliga arbeiðinum, og tí verður væntað, at umsøkjarin hevur góðar skrivligar førleikar umframt kt-førleikar á brúkarastøði. Somuleiðis verður væntað, at umsøkjarin er fleksibul, tá ið tað kemur til arbeiðstíðirnar. Neyðugt er at hava koyrikort.
Væntað verður
- at tú ert fakliga væl fyri, og at tú, í samráð við starvsfelagar og leiðslu, leggur til rættis námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum.
- at tú arbeiðir eftir viðgerðarætlanum og námsfrøðiligum háttaløgum, sum verða nýtt á stovninum, og eftir mannagongdum, sum eru partur av námsfrøðiligu viðgerðini hjá barninum.
- at tú luttekur í tiltøkum og spølum, sum børnum annars dáma, so sum borðspølum, fysiskum tiltøkum og svimjing.
- vit vænta eldhugað starvsfólk, sum hevur góð samstarvsevnir, er tolin og hevur jaliga menniskjafatan. Vit vænta, at tú við viðurkennandi atburði fær børnini at kenna seg vird og tikin í álvara.
Vit kunnu bjóða tær
Útbúgving í KRAP og góðar treytir fyri menning av førleikum, m.a. við skeiðum, tvørfakligum viðgerðarfundum og supervisión. Eisini kemur tú at vera við í einum tvørfakligum starvsfólkabólki, har arbeiðshátturin er KRAP, Mentalisering og Low Arousal sosialnámsfrøði og at vera luttakandi í einum stovni í menning.
Um Eind 10
Eind 10 er partur av Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum og virkar samsvarandi barnaverndarlógini. Vit arbeiða eftir uppgávum, sum Barnaverndartænastan bíleggur frá okkum. Til eindina hoyrir Bú- og viðgerðarstovnurin Argjaboði, Móttøkudeildin, Familjudepilin, Nýggjastova, Trappustova, Heyggjarlon, Niðaragøta, Karlamagnusarbreyt 16 og Karlamangnusarbreyt 37.
Starvsfólkahópurin í Eind 10 er settur saman av fólkum við viðkomandi útbúgvingum og førleikum innan námsfrøði, sjúkrarøktarfrøði, heilsufrøði, sosialfrøði og sálarfrøði.
Setanar- og lønarviðuskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum, Eind 10. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið og Starvsfelagið.
Umsókn
Tú søkir starv við at trýsta á grøna knøttin "Søk starvið".
Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 29.09.2021 kl. 23.00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Julionnu Næs Olsen, eindarleiðara á tlf. 297426 ella Randi R. Hentze á tlf. 297431