Lýsing
Fastlønt arbeiðsfólk/maskinførarar til Miðøkið
Vilt tú vera við til at tryggja, at samfelagshjólini mala, og fólk sleppa til arbeiðis hvønn morgun? Nú hevur tú møguleikan.
Landsverk sóknast eftir dugnaligum og álítandi arbeiðsfólki/maskinførarum til Miðøkið at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald av landsvegum, herundir kavarudding, reinhald av økjum upp at vegnum, umvæling/útskifting av vegalutum og arbeiði í sambandi við brádligan skaða.
Førleikar
Vit vilja røkka best møguligum úrslitum og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, dugnalig/-ur, og at tú ert likamliga væl fyri.
Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir tær trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávunum.
Stóra koyrikortið, kranaloyvi D og royndir við krana og at koyra entreprenørmaskinur eru ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava stóra koyrikortið.
Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Arbeiðsøkið fevnir um alt miðøkið, tó verður tín arbeiðsstaður í Kollafirði.
Tá ið vetrarhald og kavarudding er, kann roknast við, at arbeiðsdagurin byrjar kl. 05:00 á morgni.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsrensli skal sendast okkum umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. oktober 2021.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Mortan Olsen, økisleiðara, á tlf. 290 887 ella við t-posti til mool@lv.fo.