Útgivið
27. oktober 2021
Útgongur
8. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Arbeiðsleiðari innan betong til Articon

Kundi tú hugsað tær eina spennandi og avbjóðandi yrkisleið í ArtiCon? Nú hevur tú møguleikan!

Vit sóknast eftir arbeiðsleiðara innan betong, sum gongur høgt uppí dygd og trygd, og sum á ein natúrligan hátt skapar trivnað millum síni tímaløntu starvsfólk.

Arbeiðsleiðari

Sum arbeiðsleiðari verður tað millum annað tín ábyrgd at fylgja arbeiðsætlanini á mál, umframt at tryggja at neyðuga tilfarið altíð finst á plássinum, at neyðugu amboðini altíð eru tøk, og at tey tímaløntu hava teir førleikar, sum krevjast, fyri at gera arbeiðið.

Vit vænta, at tú

  • Dugir væl við fólki og dámar væl at ganga á odda
  • Hevur royndir við betongarbeiði
  • Fert eftir at náa settar málsetningar
  • Er álitisvekjandi og atkomulig/ur
  • Hevur góð samstarvsevni

Vit bjóða

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
  • Nútímans útgerð
  • Góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning
  • Dugnalig starvsfólk við góðum trivnaði

Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin er eftir avtalu. Vilt tú vita meira um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Sunnvard Andreasen, framleiðsluleiðari, á telefon +298 226117.

Freistin at søkja starvið er 8. november 2021. Tú søkir starvið her.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð- og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 230 fólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið