Lýsing
Havstovan søkir eftir biologassistentum/hjálparfólkum
Tvey størv sum biologassistentur/hjálparfólk til Botnfiskadeildina á Havstovuni eru leys at søkja.
Viðkomandi skulu vera við í dagliga arbeiðinum á Botnfiskadeildini, ið m.a. fevnir um at:
- Aldursgreina fisk og føra dáta á teldu.
- Fara við Jákup Sverra ella øðrum skipum at gera kanningar.
- Gera lívfrøðiligar kanningar av fiski.
- Annað fyrifallandi arbeiði.
Umsøkjarar við áhuga fyri havlívfrøði og kunnleika til føroyskan fiskiskap hava fyrimun. Góð evni at samstarva er ein fortreyt.
Setanartreytir
Talan er um eitt fast starv og eitt fyribils starv. Størvini eru lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 14. november 2021.
Umsóknirnar skulu sendast til:
Havstovan, Nóatún 1, P.O. Box 3051, FO-110 Tórshavn
ella teldupost: starv@hav.fo
Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Petur Steingrund, deildarleiðara, teldupost peturs@hav.fo ella Eilif Gaard, stjóra, teldupost eilifg@hav.fo, tlf. 35 39 00.