Lýsing
Pakkifólk at arbeiða annaðhvønn leygardag
Bakaríið hjá okkum sóknast eftir einum fólki til pakkideildina at arbeiða annaðhvønn leygardag í ólíkaviku.
Sum pakkifólk hjá Mylnuni, er tín høvuðsuppgáva at pakka vørur frá framleiðsluni, ið skulu út í handlar okkara kring landi.
Tú verður partur av einum fryntligum toymi, har góðska og samstarv er í miðdeplinum.
Arbeiðstíðin er vanliga frá kl. 3.00 til kl. 10.00.
Starvsstaðurin er á bakarínum í Miðlon.
Løn er sambært sáttmála hjá Havnar Arbeiðarafelag ella Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Ert tú áhugað/ur í at royna teg sum pakkifólk, ella hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Eirik Magnussen á tlf. 214456.
Send okkum tína umsókn umvegis leinkjuna https://hr.sms.fo/Application/Index/1138