Útgivið
4. november 2021
Útgongur
20. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Umsjónarfólk til Viðareiðis kommunu

Viðareiðis kommuna søkir eftir tveimum dugnaligum og álítandi umsjónarfólkum at byrja 1. desember 2021

Vit bjóða:
Áhugaverd størv við fjølbroyttum og mennandi uppgávum, har tú arbeiðir sjálvstøðugt og hevur møguleikar fyri fakligari og persónligari menning.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald og umvæling av kommunalum bygningum, gøtuljósum og vegum, útbygging av spillvatnsætlan, umsiting og viðlíkahald av vatnskipan, salting, skráseting av leiðingum í ArcGis og annað fyrifallandi arbeiði. 

Førleikakrøv
Tey, ið sett  verða, skulu helst hava eina handverkaraútbúgving ella royndir innan økið. Harumframt er tað ein treyt at hava koyrikort til persónbil. Ein fyrimunur er, um tú hevur stóra koyrikortið.

Har afturat vænta vit:

  • At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • Hevur góð samstarvsevni
  • Dugir at  loysa trupulleikar, tá á stendur
  • Ert fyrikomandi, fleksibul, røkin og ruddiligur

Lønin verður sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag og avvarandi fakfelag

Umsóknir, saman við avriti av prógvi, møguligum viðmælum og royndum, skulu sendast til info@vidareidi.fo í seinasta lagi 20. november.

Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Maritu Sumberg, borgarstjóra á tlf 231090

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið