Lýsing
NET-UMSITARI við royndum
TelduTænastan søkir eftir einum dugnaligum Net-umsitara / tøkningi til teknisku deild
Arbeiðsuppgávur
At hjálpa kundum okkara á staðnum og við fjarsupport
At røkja og viðlíkahalda KT-útbúnað hjá kundum okkara
Royndir og vitan
• Tú ert útbúgvin KT-supportari e.l.
• Tú hevur drúgvar royndir við netumsiting og servararøkt
• Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
Vit bjóða tær
Stórar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning, í einum minni, men sera góðum, toymi
Eitt gott arbeiðspláss við skipaðum viðurskiftum og góðum trivnaði, har vit hjálpa og stuðla hvørjum øðrum
Fasta løn eftir avtalu
Starvssetan
Skjótast gjørligt
Meiri fæst at vita um starvið við at ringja til Regin Fjallsbak, Tekniskur
Stjóri, á tlf. 214090 ella við at skriva til rf@tt.fo
Umsókn skal sendast til rf@tt.fo merkt: “KT-Tøkningur” í seinasta lagið 1. desember 2021.
SMYRILSVEGUR 7 - POSTSMOGA 1144 - FO-110 TÓRSHAVN - INFO@TT.FO - TLF.: 61 61 00