Útgivið
4. november 2021
Útgongur
19. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Vilt tú arbeiða sum heilsufrøðingur?

Gigni søkir heilsufrøðingar

Størvini eru:
24 tímar tíðaravmarkað starv á smábarna- og skúlaøkinum í Norðoyggjum. Starvið endar tann 31. desember 2022. 

40 tímar fast starv á smábarnaøkinum í Eysturoynni.

37,5 tímar fast starv á smábarna- og skúlaøkinum í Vestmanna- Kvívíkar-  og Tórshavnar kommunu.

20 tímar fast starv á smábarna- og skúlaøkinum í Sandoynni.

24 tímar tíðaravmarkað starv á skúlaøkinum í Suðuroynni. Starvið endar tann 31. juli 2022. 

Størvini verða sett frá 1. januar 2022, ella eftir nærri avtalu.

Í umsóknini skal verða tilskilað, hvat starv verður søkt.

Vit kunnu bjóða:

  • sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi starv
  • fakligt mennandi umhvørvi
  • at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum

Førleikakrøv:

  • útbúgving sum heilsufrøðingur
  • løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o.
  • ábyrgdarfullur og álitisvekjandi
  • áhugaður fyri fakligari menning

Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum á bachelorstøði at søkja starvið, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.

Upptøkutreytirnar eru:

  • útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði og danska løggilding
  • royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til minst tvey ár við fullum setanarbrøki. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barna- og ungdómspsykiatri og heimarøkt. Minst ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 8 mánaðir til longdar.

Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við

menningartilgongd.

Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. november 2021, kl. 12.00.
Vilt tú vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólrun Foldbo, fakligan stjóra, solrunf@gigni.fo, tlf. 562394.

 

 

 

 

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið