Útgivið
5. januar 2022
Útgongur
31. januar 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Lærupláss:  Logistikkatstøðingur

Goymslutoymið hjá J&K Petersen søkir eftir lærlingi til logistikkatstøðing.

Hevur tú hug til at gerast partur av einum starvsøki, ið hevur nógvar bóltar í luftini í senn, átti tú at søkt lærupláss hjá okkum.

Sum logistikatstøðingur kemur tú at umsita goymsluna. Tað merkir, at tú kemur at bíleggja, móttaka og koyra vøru út. Til tíðir kemur tú eisini at fáast við annað fyrifallandi goymsluarbeiði.

Harafturat kemur tú at arbeiða við Navision, okkara fíggjarskipan, og vera við til at menna goymsluna.

Førleikar:
Fyrimunur er, um tú dugur at samskifta á føroyskum, donskum og enskum. Eisini vænta vit, at tú hevur góðar telduførleikar og koyrikort.

Vit ynskja ein lærling, ið er:

- álítandi og dugir at taka ábyrgd

- hevur góð samstarvsevnir

- er arbeiðssamur, røkin og fyrikomandi

Skúlagongdin er í Danmark.

Arbeiðsstaður er á Hjalla.

Umsóknarfreistin er 31. januar 2022. Starvið verður sett 1. mars 2022 ella skjótast gjørligt.

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk.

Tú kanst fáa meira at vita um læruplássið við at venda tær til Finnur Joensen, HR-leiðara, á tlf. 585036. Umsóknin kann sendast til: starv@jkp.fo.

Um J&K Petersen
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING - FAKLIGUR STOLTLEIKI

 

Líknandi størv

17. juli 2025
16. juli 2025
9. juli 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið