Lýsing
Øðrvísi starv í føroya størstu skúlastovu
Frískúlin setir lærara ella námsfrøðing
Frískúlin í Havn brynjar seg út til eina spennandi framtíð við øktum starvsfólkahópi og forskúla frá 2023. Kundi tú hugsað tær eitt starv í einum kreativum skúla mitt í náttúruni, har læring gongur upp í eina hægri eind við granskandi, greinandi og skapandi tilgongdum og einstaka næminginum í miðdeplinum? So er tað kanska júst tær vit leita eftir.
Frískúlin er ein lítil heildagsskúli sum samantvinnar skúlatíð og frítíðarskúla, har náttúra, tónleikur, list, matgerð og spæl er ein sjálvsagdur partur av undirvísingini.
Er eitt starv í okkara serstaka skúla nakað fyri teg, vænta vit at hoyra frá tær.
Tínir førleikar
- Tú ert væl fyri fakliga og námsfrøðiliga
- Tú dugir væl at arbeiða í toymi
- Tú ert virkin, sjálvstøðug/-ur og tekur ábyrgd í dagliga virkseminum
Umsøkjarar við royndum innan sernámsfrøði kunnu hava fyrimun.
Setanarviðurskifti
Starvið er lønt sambært avalu við avvarandi fakfelag.
Fá meiri at vita
Nærri fæst at vita um starvið við at venda tær til Steinbjørn Hardlei, stýrisformann, steinbjornhardlei@gmail.com ella tlf. 51 21 66
Umsóknir
Umsókn við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til friskulin@friskulin.fo
Umsóknarfreistin er 19. januar 2022. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Um Frískúlan
Frískúlin er ein lítil barnaskúli. Hann fevnir um fyrstu seks skúlaárini umframt forskúla frá 2023. Við sínum serstaka bygnaði skapar hann karmar fyri fjøltáttaðum virksemi, sum samantvinnar fleiri tilboð í einum samanhangandi heildagsskúla fyri øll. Aðalmálið er at møta einstaka heila barninum, har tað er, og geva tí bestu fortreytir at læra og búnast í samljóði við egnan tørv og menning. Skúlin leggur tí stóran dent á tíð til læring við áherðslu á tað kognitiva, sosiala/etiska, fysiska og musiskt/listarliga. Starvsfólkini fevna um lærarar, námsfrøðingar, tónleikalærarar og listafólk, sum í tøttum samstarvi leggja skúlavirksemið til rættis. Skúlin er skipaður í tríggjar bólkar við tveimum lærarum. Frískúlin varð stovnaður í 2007. Hann byggir á drúgvar royndir í verki og mennir seg støðugt sum ein tíðarhóskandi skúli í síni samtíð.
Serstakt fyri Frískúlan er tilgongdin til alt virksemi, sum eisini gongur tvørtur um floks- og fakmørk við denti á tvørgreinaligum arbeiði. Hvør dagur fylgir sama leisti við hóskandi skifti millum ymiskar tættir í skúladegnum, sum eisini laga seg eftir natúrliga tørvinum hjá barninum. T.d. eru útispæl ein tíma hvønn morgun og felags matarsteðgir í ein hálvan tíma við búgvið borð liðir í skipaðu menningini av heila barninum. Hvør dagur hevur harumframt serstakar fyriskipanir fyri einstaka barnið sum tónleikaundirvísing og í smærri bólkum matgerð eftir tørni. Endamálið er, at barnið skal læra at síggja meining í størri heildini bæði í síni egnu læring og í felagsskapinum, sum tað skal kenna seg partur av og føla ábyrgd fyri.
Les meiri um okkara hugsjón og skúlaskipanina