Útgivið
21. januar 2022
Útgongur
11. februar 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Glasir: Full Stack KT-mennari

UM TÚ HEVUR HUG AT GERAST KT-MENNARI Á FØROYA STØRSTA LÆRISTOVNI, SO ER KOTAN TIL TAÐ GÓÐA ARBEIÐSLÍVIÐ HER: VIT BJÓÐA TÆR FJØLBROYTTAR MENNINGARUPPGÁVUR, EITT SPENNANDI ÚTBÚGVINGARUMHVØRVI OG EITT ARBEIÐSLÍV, HAR RÚM ER FYRI ØÐRUM OG MEIRA ENN BARA ARBEIÐI.

Kunningartøkni er ein týðandi partur av gerandisdegnum á Glasi. Fremsta uppgávan hjá KT-starvsfólkunum er at gera kunningartøknina so nýtiliga sum yvirhøvur gjørligt fyri okkara umleið 1.700 lesandi og 250 starvsfólk. Júst nú betra og víðka vit um KT-økið. Tí søkja vit ein KT-mennara, sum fyrst og fremst skal arbeiða við menningaruppgávum.

Á Glasi er ein ørgrynna av ymiskum fak- og starvsøkjum. Tí sleppur tú sum KT-mennari at royna teg við nógvum skiftandi og spennandi uppgávum, sum m.a. eru at:

  • menna skipanir og gera integratiónir í innanhýsis og uttanhýsis skipanum
  • skjalfesta skipanir og mannagongdir
  • stýra SDLC-leisti, KT-trygd, -politikkum og -mannagongdum
  • hava ábyrgd fyri, at skipanir rigga og verða røktar

Tú verður eisini partur av stóru heildarætlanini fyri KT-umsiting í undirvísingarverkinum, sum Undirvísingarstýrið hevur sett skjøtul á. Hendan stóra verkætlanin kann hava broytingar í starvinum við sær.

TÚ OG FØRLEIKAR TÍNIR
Tú hevur viðkomandi KT-útbúgving á bachelor- ella masterstigi, dygga vitan um forritan, dátugrunnar, TCP/IP, virtualisering, AD, Office 365 og Azure, og í minsta lagi 3-ára viðkomandi starvsroyndir.

Tú kemur at arbeiða við m.ø. HTML5, CSS3, JavaScript, .NET í C#, Node.js, ASP, PHP og við T-SQL, so royndir og vitan innan hesi øki ella líknandi mál eru krav. Vit leggja serligan dent á førleikar innan:

  • forritan (OOP, C# og MVC innan .NET)
  • normalisering og forritan av dátugrunnum (SQL, T-SQL)
  • integrering millum skipanir umvegis API (REST og SOAP)
  • útgávustýring (Git)
  • skjalfesting

Fakliga dugir tú at seta orð á teknisk hugtøk, so onnur starvsfólk skilja teg. Tú vísir ábyrgd, ert fyrikomandi, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur áræði at læra og seta teg inn í nýggja tøkni, nýggjar avbjóðingar og forritanarmál. Tú dugir at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum. Tú samstarvar væl við onnur og trívist í einum skiftandi arbeiðsumhvørvi við ymiskum uppgávum.

UM STARVIÐ
Sum KT-mennari vísir tú til Áka Heinesen Højsted, KT-leiðara. Fulltíðarstarvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Áka Heinesen Højsted, KT-leiðara, við at senda teldupost til ahh@glasir.fo.

UMSÓKN
Umsókn til starvið skal, saman við CV, prógvum og møguligum viðmælum, sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi fríggjadagin 11. februar 2022 á middegi, kl. 12:00.

Líknandi størv

9. februar 2026
Chefs for New Restaurant ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
9. februar 2026
Skrivstovunæmingur til Við Tjarnir   Faroe Islands nýtt
30. januar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið