Lýsing
Handverkari til Apoteksverkið
Søkt verður eftir einum handverkara til Apoteksverkið at byrja skjótast gjørligt.
Starvið umfatar
Høvuðsarbeiðsøkið er at arbeiða sum handverkari í Teknisku deild, har tú ert við til at halda og røkja bygningar og útgerð hjá Apoteksverkinum. Eisini arbeiðir toymið við framleiðslu av heilivágsfóðri á Framleiðsluapotekinum, tá tørvur er á tí.
Harumframt skal tú vera tøk/ur til fyrifallandi uppgávur. Starvið er skipað í tøttum samstarvi við hini á deildini.
Tínir førleikar
- Handverkaraútbúgving, maskin- og/ella elektrikaraútbúgving er ein fyrimunur
- Koyrikort til bil
- Neyðugt er at koyra trukk. Vit bjóða rætta viðkomandi koyrikort til trukk
- Ert røkin, álítandi og tekur ábyrgd
- Ert virkin og nærløgd/lagdur í arbeiðinum
- Hevur góð samstarvsevnir og ert fyrikomandi
- Ert ein góður starvsfelagi
Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Starvið er fulltíðarstarv.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Rósing W. Skorá, Tekniskan leiðara á tel. 211149 ella senda ein teldupost til rosing.winther.skora@apotek.fo
Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av møguligum viðmælum og upplýsingum um royndir skal vera Apoteksverkinum í hendi í seinasta lagi 9. februar 2022. Umsóknir skulu sendast við at trýsta her.
Vit bjóða
Til rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt starv á einum áhugaverdum og gevandi arbeiðsplássi saman við nógvum ymiskum fakbólkum, har góðska og trivnaður er í hásæti.
Apoteksverkið
Apoteksverkið hevur til endamáls at framleiða, flyta inn, flýggja út, upplýsa um, hava á goymslu, handla við og pakka heilivág. Landsapotekarin umsitur almenn mál apoteksverkinum viðvíkjandi.
Apoteksverkið umfatar Landsapotekaraembætið, Framleiðsluapotekið og tey fýra apotekini.
Les meira um okkum á www.apotek.fo