Útgivið
1. februar 2022
Útgongur
13. februar 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Allarhelst besta lestrarstarv í Føroyum leyst at søkja

Vilt tú tjena pengar við síðuna av lesnaðinum, og samstundis fáa spennandi og relevantar starvsroyndir innan sosialar miðlar, marknaðarføring og nethandil?

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og fyrikomandi starvsfólki til nethandil okkara, Elding Online, at byrja skjótast gjørligt.

Talan er um vikuskiftisstarv, og er tí væl hóskandi um tú t.d. ert lesandi (tað er tó ikki nakað krav, at tú ert lesandi).

Arbeiðsuppgávur

  • Samskifta við kundar umvegis kjatt og telefon
  • Avgreiða og pakka bíleggingar
  • Bíleggja vørur
  • Gera lýsingar og menna sosialu miðlarnar
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Vit vænta, at tú

  • Hevur grundleggjandi telduførleikar
  • Dugir væl at orða teg bæði í talu og skrift
  • Ert búgvin, álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt

Tað er ein fyrimunur, um tú

  • Hevur royndir frá líknandi starvi
  • Hevur royndir við grafiskum arbeiði

Viðkomandi, sum verður settur í starvi, fær eina umfatandi upplæring í okkara skipanum og mannagongdum.

Arbeiðstíðirnar eru frá kl. 09 – 16 annaðhvørt vikuskifti (leygardag og sunnudag).
Starvsstaðurin er á okkara kontórum á Hoyvíksvegi 65 í Havn.

Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Herman Winther, virkisstjóra, á tlf. 529015, ella við at senda teldupost til herman@elding.fo

Umsókn saman við møguligum avritum, prógvum, viðmælum o.ø. skulu sendast við telduposti til herman@elding.fo.

Freistin at søkja er sunnudagin 13. februar á midnátt.

Vit gleða okkum til at hoyra frá tær!

Líknandi størv

Ert tú Føroya fyrsta Brekumboð?   Faroe Islands nýtt
27. august 2025
Maskinstjóri til Jákup Sverra   Faroe Islands nýtt
19. august 2025
Dekkari til Jákup Sverra   Cote D'Ivoire nýtt
19. august 2025
13. august 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið