Lýsing
Teknikari til Power
Hevur tú skil fyri umvæling av elektronikki og hvítvørum, so hava vit eitt starv leyst í hvítvørutænastuni, ið væntandi hevur tín áhuga.
Sum teknikari hjá Power hevur tú í høvuðsheitum ábyrgd av tænastueftirliti, umvæling og uppseting av hvítvørum og eltólum. Tú mást vera ein ”problemsolver” og trívast við, at eingin arbeiðsdagur er eins. Harafturat er tað týdningarmikið fyri okkum, at nýggi starvsfelagin dugir at arbeiða skipað hóast nógv er at gera, dugir at seta seg inn í tørvin og trupulleikan hjá tí einstaka, og at hann er ein góður teamspælari.
Talan er um fulltíðastarv har arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag frá kl. 8 til kl. 16. Starvsstaðurin er á Tinghúsvegi 40.
Send okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna her: https://hr.sms.fo/Application/Index/1158.
Vit viðgera umsóknirnar leypandi, og seta starvið skjótast gjørligt ella eftir avtalu.
Løn er eftir avtalu.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Høgna Zachariassen, stjóra, á 216525.