Lýsing
Søkt verður eftir starvsfólki at arbeiða í handlinum, Á Sandoy (Handilshøllin sp/f)
Vit leita eftir einum dugnaligum og fyrikomandi starvsfólki til okkara handil.
Handilin er í Skopun.
Arbeiðið fevnir um alt, frá at taka móti vøru seta vøru á hillar og at vaska, til hetta krevst, at tú er fysiskt sera væl fyri og orkar væl at lyfta og bera. Eisini umfevnir arbeiðið at passa kassan, og til tað krevst nakað av vitan um, hvussu tú handfer eina teldu.
Arbeiðstíðin er skiftandi í tíðarbilinum kl. 13.00 – 21.00 gerandisdagar og haldgidagar.
Lønin er sambart avtalu. Freistin at søkja er 1 mars 2022.
Samrøður verða hildnar so hvørt, og starvið verður sett eftir avtalu.
Tú fært meira at vita um starvið á tlf. 28 16 20
Umsókn skal sendast til: samal@asandoy.fo