Útgivið
15. februar 2022
Útgongur
25. februar 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Lestrarstarv á Magn

Magn søkir lesandi til høvuðsskrivstovuna í Tórshavn

Um starvið
Vit sóknast eftir einum lesandi til høvuðsskrivstovuna hjá okkum í Tórshavn. 

Uppgávurnar fevna fyri ein part um umsitingarligar uppgávur á rakstrardeildini og annars fyrifallandi uppgávur fyri leiðsluna. Úr rúgvuni kann nevnast arbeiði við skrivligum mannagongdum, at fyrireika skeið og undirvísing, samskipa uppgávur og verkætlanir fyri leiðsluna, røkja heimasíðu og innanhýsis intranetið og fyriskipa átøk innan heilsu, trygd og umhvørvi. Tú kemur at fáa innlit í fleiri virkisøkir í eini víttfevnandi fyritøku, og við hesum virðismiklar arbeiðsroyndir í mun framtíðar arbeiðsmøguleikar. 

Vit bjóða
Eitt gott, avbjóðandi og ábyrgdarfult starv í eini fyritøku í menning. Her er vítt til veggja, og um tú vilt og dugir, so sleppur tú eisini. Tað er avgerandi, at tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, og at tú loysir tínar uppgávur væl. Tú fært góðan stuðul og upplæring, og tú kemur at hava samband nógvar starvsfelagar kring alt landið. 

Vit vænta
Vit vænta av tær, at tú:

  • dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
  • trívist væl við skiftandi uppgávum
  • hevur góð evni at samskifta – og tað liggur væl fyri við tí skrivliga

Tað er ikki avgerandi, akkurát hvat tú lesur, ella hvør tín bakgrund annars er, so lat endiliga ikki ivan halda teg aftur í at søkja. At hava koyrikort kann vera ein fyrimunur, men tað er ikki nakað krav. 

Vit hugsa, at tú hevur møguleika fyri at arbeiða eini 8-10 tímar um vikuna. Hetta kunnu vit tó tosa nærri um, og í felag finna vit útav, hvat hóskar best í mun til tín lestur og gerandisdag annars.

Meira um starvið
Hevur tú spurningar, so ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Kára Sigvardsen, rakstrarstjóra, á telefon 237430, ella tú sendir honum ein epost á ks@magn.fo

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. februar 2022 og starvið verður sett skjótast gjørligt.

Um Magn
140 starvsfólk starvast hjá Magn og tryggja hesi orku til føroyskar og útlendskar kundar. Okkara tangabilførarar, teknisku starvsfólk og hitatøkningar veita tænastur um alt Føroyar. 11 Magnstøðir eru kring landið og mált eftir sølu eru vit ein av Føroya størstu fyritøkum. Magn er ISO 9001, 14001 og 45001 góðkend fyritøka og stremba vit við hesum eftir at ganga undan innan góðsku, heilsu, trygd og umhvørvi.

Søk starvið

 

Líknandi størv

13. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið