Lýsing
Starvsfólk til vatndeildina
Vilt tú gerast partur av einum framsøknum og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi? Dámar tær nýggjar avbjóðingar? Og hevur tú evnini til bæði at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum? So er tað kanska tær, vit leita eftir. Á vatndeildini hjá Klaksvíkar kommunu er eitt størv leyst at søkja, sum annahvørt vatnmeistari og/ella maskinmaður/kvinna, arbeiðsmaður/kvinna.
Vit ynskja at
Tú sum vatnmeistari hevur maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðka maskinmeistaraprógv við trimum árum á maskinmeistaraskúla, umframt viðkomandi starvsroyndir.
Tú sum maskinmaður/kvinna ella arbeiðsmaður/kvinna hevur viðkomandi arbeiðsroyndir, ert arbeiðari, hevur handverkara útbúgving, smiðjur, maskinist ella maskinmeistaraútbúgving,
Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis. Vit vænta eisini, at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil.
Uppgávur
Størvini umfata viðlíkahald av øllum vatnverkunum í Klaksvíkar kommunu, umframt arbeiði við sjóhitaskipanini og gøtuljósum. Talan er bæði um dagarbeiði og vaktarbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Í stuttum inniber eitt starv á vatndeildini
- fjøltáttaðan arbeiðsdag
- ávirkan á egið arbeiði
- fakliga menning
- viðkomandi skeið
Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett 1. apríl ella skjótast møguligt. Talan er um eitt fulltíðarstarv. Lønin er sambært sáttmála millum fíggjarmálaráðið/KAF og avvarandi fakfelag.
Dømi um lønarflokking: Vatnmeistari lønarflokkur 12, sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið.
Føroya arbeiðsgevarafelag og Klaksvíkar arbeiðskvinnu/mannafelag. Handverkari fastlønarsáttmáli millum KAF og Føroya Handverkarafelag.
Makskinist flokkur 8, maskinmeistari uttan el-tekniskar førleikar flokkur 10, og maskinmeistarar víðka prógv flokkur 12, sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið.
Harafturat verður vaktargjald latið.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Ásmundur úr Hvalvík, leiðara á vatndeildini, á tel. 221734 ella tpost. asmundurh@klaksvik.fo.
Umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 13. mars 2021
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til vatndeildina
Um Klaksvíkar kommunu
Klaksvíkar kommuna fevnir umframt Klaksvík eisini um bygdirnar Ánir, Norðoyri, Árnafjørð, Svínoy og bygdirnar í Kalsoy. Sum starvsfólk hjá Klaksvíkar kommunu gerst tú partur av einum fjølbroyttum og framsøknum arbeiðsumhvørvi. Vatndeildin húsast á Stoksoyavegnum í Klaksvík.
