Lýsing
Fastlønt arbeiðsfólk til mobila skervverkið
Landsverk søkir eftir maskinførara til mobila skervverkið, ið framleiðir skerv á Hústoft, í Hundsarabotni og Porkeri.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
- at luttaka í dagligu framleiðsluni, herundir hava eftirlit við maskinútbúnaði, sum er í rakstri, og leypandi vera við í arbeiðinum at tryggja støðuga framleiðslu
- at vera við í fyribyrgjandi viðlíkahaldi av útgerð
- at koyra entreprenørmaskinur
- at passa skervverkið
Um teg
Royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Tú skal hava stóra koyrikortið og vera førur fyri at koyra vanligar entreprenørmaskinur, eitt nú gravi- og lessimaskinur.
Tað er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávum.
Sum persónur ert tú ágrýtin, fyrikomandi, fleksibul og til reiðar at taka ímóti nýggjum avbjóðingum, eins og at geva eina hjálpandi hond.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært avvarðandi sáttmála.
Roknast kann við arbeiði á viðlíkahaldinum og framleiðsluni aðrastaðni á Virkisdeildini. Harumframt má roknast við nakað av úrtíðararbeiði.
Umsóknir
Umsókn og lívsgongdarlýsing (cv) skal sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. mars 2022.
Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til Jákup Paula Jacobsen, formann á tlf. 290 921 ella jpej@lv.fo.