Lýsing
Tænarar og barrtænarar til Norrönu
Í siglandi toyminum umborð á Norrönu, leggja vit stóran dent á hugna, samanhald og at geva gestunum upplivingar.
Sum tænari og barrtænari hjá okkum er góður møguleiki fyri at læra og mennast, og vit bjóða vitan innan matar- og drekki skráirnar, sum vit selja. Starvið fevnir um at tæna og ráðgeva gestunum innan matstovu- og barr úrvalinum umborð við einum smíli. Harafturat at halda hesi øki rein og ruddilig.
Tú
Vit virðismeta allarmest at tú hevur lætt at fella í prát við fólk og tú heldur, at góð tænasta ger allan munin. Av tí tú kemur at skeinkja, skalt tú vera 18 ár ella eldri. Trygdin hevur stóran týdning umborð, og tí er týdningarmikið, at tú dugir at orða teg á enskum.
Hevur tú starvsroyndir sum tænari ella barrtænari er tað ein fyrimunir, men hetta er tó ikki ein treyt.
Starvssetan- og treytir
Størvini eru fyribils tíðaravmarkað, frá mitt í mars 2022 til seinast í oktobur 2022, men við møguleika fyri at leingja setaninar.
Tú kemur at arbeiða skiftandi túrar tvs. bæði longri túrar á 4 vikur umborð, stytri túrar- og vikuskiftistúrar. Tú siglur 1:1, sum merkir, at hevur tú verið 4 vikur umborð, so fært tú eisini løn tær 4 komandi vikurnar heima, og tú arbeiðir 10 tímar um dagin.
Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.
Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Freist at søkja
Freistin at søkja er 4. apríl 2022. Tú søkir viðkomandi starvið við at senda tína umsókn til starv@smyrilline.fo.
Dugnaligu sølu- og tænastuleiðararnir, Vincent Jensen og Lasse K. B. Nielsen, vita meira um størvini. Tú er vælkomin at seta teg í samband við teirra umvegis ssm@norrona.fo.