Útgivið
4. marts 2022
Útgongur
4. april 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Uppvaskari til Norrönu

Í siglandi toyminum umborð á Norrönu, leggja vit stóran dent á hugna, samanhald og at geva gestunum upplivingar.

Starvið fevnir um at reingerða borðbúnað, grýtur og annað á bestan hátt, og í samstarv við køksleiðarar, at skipa og raðfesta týdningarmestu uppgávurnar. Tú verður partur av okkara stóra toymi, og vit taka væl ímóti tær.


Vit virðismeta allarmest títt virkni og at tú heldur, at reint tilfar og góð tænasta ger allan munin. Trygdin hevur stóran týdning umborð, og tí er týdningarmikið, at tú dugir at orða teg á enskum.

Starvssetan- og treytir
Talan er um fyribils tíðaravmarkað starv, frá fyrst í apríl 2022 til seinast í oktobur 2022, men við møguleika fyri at leingja setanina.

Tú siglur 1:1, ið merkir, at hevur tú verið 4 vikur umborð, fært tú eisini løn tær komandi 4 vikurnar heima, og tú arbeiðir 10 tímar um dagin.

Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.

Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Freistin at søkja
Freistin at søkja starvið er 4. apríl 2022. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn til starv@smyrilline.fo.

Dugnaligu køksleiðararnir, Jean Alex Midjord og Helgi Bláskor, vita meira um starvið. Tú er vælkomin at ringja til teirra á 344835 ella senda teimum fyrispurning umvegis executivechef@norrona.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið