Lýsing
Arbeiðsleiðari innan betong til Articon
Vegna økt virksemi, sóknast vit eftir arbeiðsleiðara innan betong, sum gongur høgt uppí dygd og trygd, og sum á ein náturligan hátt skapar trivnað millum síni tímaløntu starvsfólk.
Arbeiðsleiðari
Sum arbeiðsleiðari verður tað millum annað tín ábyrgd at fylgja arbeiðsætlanini á mál, umframt at tryggja at neyðuga tilfarið altíð finst á plássinum, at neyðugu amboðini altíð eru tøk, og at tey tímaløntu hava teir førleikar, sum krevjast, fyri at gera arbeiðið.
Vit vænta, at tú
- Dugir væl við fólki og dámar væl at ganga á odda
- Hevur royndir við betongarbeiði
- Fert eftir at náa settar málsetningar
- Er álitisvekjandi og atkomulig/ur
- Hevur góð samstarvsevni
Vit bjóða
- Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
- Nútímans útgerð
- Góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning
- Dugnalig starvsfólk við góðum trivnaði
Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin er eftir avtalu. Vilt tú vita meira um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Sunnvard Andreasen, framleiðsluleiðari, á telefon +298 226117.
Freistin at søkja starvið er 18. mars 2022 og verður sett skjótast gjørligt. Tú søkir starvið her.
ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð- og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 230 fólk.