Lýsing
Starvsfólk til viðlíkahaldsarbeiði í Kollafirði
Dámar tær fjølbroyttar og spennandi arbeiðsuppgávur?
So átti tú umhugsað at sent eina umsókn inn til Rakstrarstøðina, so tú kanst blíva partur av okkara toymi. Tórshavnar kommuna mangslar eitt starvsfólk til dagligt rakstrar og viðlíkahaldsarbeiði í Kollafirði.
Okkara starvsfólk í Kollafirði taka sær av tí dagliga rakstrar og viðlíkahalds arbeiðinum, ið millum annað umfatar vegarbeiði, kantsteinsarbeiði, grava og leggja vatn- og kloakrør, grava í kirkjugarðinum, reinhald, útinna mongu ymisku uppgávurnar ið koma inn gjøgnum Prei skipanina og luttaka í vetrarhaldinum, har vit rudda kava og salta vegir.
Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/starvsfolk-til-vidlikahaldsarbeidi-i-kollafirdi/