Útgivið
14. marts 2022
Útgongur
28. marts 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Starvsfólk til verkætlanararbeiði í Fólkaheilsuráðnum

Fólkaheilsuráðið søkir eftir starvsfólki at greina hagtøl, og at fyrireika fólkaheilsukanningina, “Hvussu hevur tú tað? 2023”). Talan er um verkætlanararbeiði.

Í starvinum kemur tú at greina og arbeiða við hagtølum úr kanningunum “Hvussu hevur tú tað 2019 og 2020”, umframt øðrum kanningum. Tú kemur í hesum sambandi eisini at samskifta við føroyskar og útlendskar granskarar og granskingarstovnar, sum Fólkaheilsuráðið samstarvar við. 

Umframt greiningararbeiðið kemur tú eisini at hava aðrar fyrifallandi uppgávur í Fólkaheilsuráðnum.

Kravt verður:

  • Kandidatsprógv í fólkaheilsufrøði og granskingarroyndir innan fólkaheilsukanningar
  • Royndir innan hagtalsgreiningararbeiði í breiðum fólkaheilsukanningum
  • Hollan kunnleika til fólkaheilsukanningar, sum t.d. “Hvussu hevur tú tað?”
  • Góðar førleikar og nógvar royndir við hagtalsarbeiði, hagtalsgreiningum og við at brúka hagtalsforrit
  • Góðar skrivligar og munnligar førleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum
  • Innlit í arbeiðið við fólkaheilsu, herundir kunnleika til fólkaheilsukanningar
  • Jaligan hugburð til broytingar og umskifti
  • Góð samstarvs- og samskipanarevni

Vit bjóða:
Eitt avbjóðandi starv, sum tú verður við til at mynda, til tíðir strævið, men samstundis áhugavert og mennandi.

Lønar – og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Setanarøkið fevnir um Heilsumálaráðið og stovnar undir tí.

Starvið er fulla tíð frá 01/05-22 til 31/12-22. Møguleiki kann vera at leingja starvssetanina.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til formannin í Fólkaheilsuráðnum, Magna Mohr, 292270.

Umsókn:
Umsókn við lívsrensli, avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til:

Fhr@folkaheilsa.fo ella Fólkaheilsuráðið, Eirargarður 2. 2 hædd, 100 Tórshavn

Umsóknarfreistin er 28/03-2022

Fá meiri at vita um ráðið á: www.folkaheilsa.fo

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið