Útgivið
15. marts 2022
Útgongur
31. marts 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Tekniskur leiðari til Apoteksverkið

Vit leita eftir einum ágrýtnum leiðara at standa á odda fyri teknisku deild í Apoteksverkinum. Dugir tú at leiða, kveikja og menna onnur? Hevur tú eitt opið og jaligt tænastusinni? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Vit eru eini 150 starvsfólk í Apoteksverkinum, og á teknisku deild, har tey starvast 5 fólk, skulu tey hava ein nýggjan leiðara. Tekniska deild er skipað við tveimum høvuðsuppgávum: Eini stápsfunktión í mun til tvørgangandi uppgávur og eini rakstrarfunktión við gerandisligum uppgávum innan bygningar, goymslur, bilar, útbúnað og framleiðslu til alivinnuna.

Hvat inniber starvið?
Tú fert at fáa ein spennandi gerandisdag, har tú leiðir arbeiðið á teknisku deild. Tað verður tín ábyrgd at tryggja, at tekniska deildin mennist og lagar seg eftir broytandi tørvinum. Tað inniber at leiða starvsfólkini; at fáa regluligt viðlíkahald frá hondini; og at fremja um- og útbyggingar saman við uttanhýsis veitarum.

Hvørjum leita vit eftir?
Tað hevur týdning, at tú hevur eina viðkomandi útbúgving og drúgvar royndir á tekniska økinum. Men tað hevur uppaftur størri týdning, at tú hevur royndir og hegni at leiða starvsfólk og at fremja um- og útbyggingar. Tú mást duga at hava fingurin á pulsinum, samstundis sum tú skapar yvirlit og gjøgnumskygni. Eisini er neyðugt við einum analytiskum og skipaðum arbeiðshátti, og at tú dugir at arbeiða sjálvsstøðugt og málrættað. Og so er ein góður leiðari sjálvandi eisini fyrikomandi, álítandi og dugir væl at samstarva.

Hvat kunnu vit bjóða tær?
Apoteksverkið er eitt áhugavert og spennandi arbeiðspláss við nógvum ymiskum fakbólkum. Vit kunnu bjóða tær eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt starv, har góðska og trivnaður altíð eru í hásæti.

Hetta er eitt fulltíðarstarv, sum verður sett 1. mai 2022 ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.

Søk starvið
Trýst á knøttin Søk starvið og viðheft eina umsókn við avriti av prógvum, viðmælum og CV. Vilt tú vita eitt sindur meira um starvið fyrst, kanst tú venda tær til Allan Nolsøe á 211125 ella allann@apotek.fo. Og vilt tú lesa eitt sindur um Apoteksverkið, kanst tú vitja apotek.fo.

Freistin at søkja er 31. mars 2022.

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið