STUDNI
Útgivið
6. januar 2023
Útgongur
20. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug til eitt spennandi og áhugavert starv við nógvum samskifti úteftir?

Tvey størv sum umsitarar av lestrarstuðli eru leys at søkja á Studna. Annað starvið er fast ¾ tíð og hitt starvið er ½ tíð, tíðaravmarkað til 1. desember 2023.

Størvini fevna millum annað um:

  • Umsiting av lestrarstuðli, ferðastuðli, verkætlanarstuðli, ÚSUN og lestrarlán
  • Telefon og avgreiðslu
  • Umframt aðrar skrivstovuuppgávur

Vit vænta, at tú:

  • Hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
  • Ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevnir
  • Hevur góðar førleikar til at arbeiða sjálvstøðugt
  • Dugir væl at samskifta bæði á føroyskum, norðurlendskum og enskum

Setanar- og lønartreytir
Størvini eru lønt í 4. lønarflokki sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Vit eru í eini broytingartilgongd, har tú verður partur av at skipa arbeiðið. Tú mást tola møguligar broytingar í starvinum, og at starvið kann verða umskipað til at fevna um aðrar uppgávur.

Umsókn
Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast við telduposti á umsokn@studni.fo ella til:

Studni, Hoyvíksvegur 72, Postrúm 9, 110 Tórshavn.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. januar. Starvið verður sett skjótast til ber.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Jørgen Meitilberg, leiðara á Studna, tel. 555080.

Studni, ið er partur av Undirvísingarstýrinum, umsitur lestrarstuðul og lestrarlán til lesandi í Føroyum, umframt ferðastuðul til lesandi uttanlands og ÚSUN, sum er lestrarstuðul og lestrarlán til lesandi uttanfyri Norðurlond.

Líknandi størv

Vinnuráðgevi   Faroe Islands nýtt
3. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið