P/F SMYRIL-LINE
Útgivið
6. januar 2023
Útgongur
23. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Smyril Line søkir eftir juniormaskinmeistara til Norrønu at byrja seinast í januar 2023 ella eftir nærri avtalu. Vit bjóða eitt starv, har tú fært góða upplæring og lærdóm til starvsleiðina sum maskinmeistari.

Tín vangamynd
Vit sóknast eftir einum ágrýtnum persóni, sum hevur prógv sum maskinmeistari/maskinist og manglar siglingstíð.

Arbeiðsuppgávur hjá maskindeildini eru, at:

  • Tryggja maskinrakstur og viðlíkahald
  • Standa fyri innkeypi
  • Leggja arbeiðsætlan fyri toymið
  • Arbeiða við viðlíkahaldsskipanini

Sum juniormaskinmeistari verður tú partur av vaktarskipanini. Tú kemur at taka tær av viðlíkahaldi, umframt at verða sett/ur inn í tann dagliga raksturin.

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Starvssetan og umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 23. januar 2023Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Tú søkir starvið við at senda tína umsókn til starv@smyrilline.fo. Viðmerk “Juniormaskinmeistari til Norrønu” í evnisteigin.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við maskinstjórarnar, Heðin Mortensen og Eyðun Djurhuus, á tel. 344846.

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið