TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Útgivið
9. januar 2023
Útgongur
2. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin í Øksnagerði eftir 2 námsfrøðingum at byrja 2. februar 2023 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt starv í barnagarði og eitt starv í vøggustovu. Starvið í barnagarði er 40 tímar um vikuna og í vøggustovu er 20-30 tímar um vikuna, ella eftir nærri avtalu.

Um okkum
Í Dagstovninum í Øksnagerði er í løtuni ein vøggustova, ein miðlingastova, ein barnagarðsstova og ein serstova, sum er ætlað børnum við avbjóðingum innan autismuspektrið. Í løtuni ganga 51 børn á stovninum, og starvsfólkatoymið telur 23 starvsfólk. Eisini hoyrir frítíðartilboðið í Hornabø til stovnin, tað er eitt sertilboð fyri tey børn, ið ganga á skúlanum á Trøðni. Har eru 4 børn, og 3 starvsfólk í føstum starvi.

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv á einum fjølbroyttum dagstovni, har vit rúma ymiskleikanum. Vit leggja dent á, at geva børnunum fjølbroyttar upplivingar. Har tryggleiki og umsorgan eru grundarsteinarnir fyri at skapa bestu menningarfortreytir fyri tað einstaka barnið í gerandisdegnum. Vit hava ein opnan stovn, har børnini kunnu ferðast frá stovu til stovu at vitja hvønn annan. Á hendan hátt verða góðar relatiónir skaptar. Tað hevur fyrimun um viðkomandi er kendur við boardmaker, pictogrammir ella tekn til talu, tí hetta verður javnan nýtt.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

11. februar 2026
Hálvtíðarstarv sum sølufólk   Faroe Islands nýtt
11. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið