Lýsing
Vit sóknast eftir
- Ein av okkara dugnaligu heilsurøktarum er farin undir víðari lestur, og tí sóknast vit eftir heilsurøktara fulla tíð ella eftir nærri avtalu.
- Somuleiðis er ein av okkara dugnaligu heilushjálparum farin frá fyri aldur, og tí sóknast vit eftir heilsuhjálpara fulla tíð ella eftir nærri avtalu.
Størvini verða sett frá 1. mars 2023 ella so skjótt tilber. Fyri bæði størvini er galdandi, at arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.
Førleikakrøv og karmar
Til størvini krevjast útbúgving og autorisatión sum heilsurøktari og útbúgving sum heilsuhjálpari.
Endamálið við størvunum er at tryggja eina dygdargóða tænastu og røkt við støði í tørvum og ynskjum hins einstaka. Hetta gerst best í góðum samstarvi við leiðslu, bú- og starvsfólk og avvarðandi, og tí vænta vit, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.
Á Heiminum við Vágna eru tríggjar eindir við tilsamans 24 plássum. Á ovaru hæddini búgva 16 fólk á tveimum eindum. Niðara hæddin, sum í løtuni er skipað sum umlættingareind, verður ætlandi umskipað til demenseind. Útbúgving og royndir innan demensøkið kunnu tískil vera ein fyrimunur.
Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum, góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum, har tú fært brúkt tína útbúgving, royndir og førleikar og kanst menna teg fakliga og persónliga.
Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, bjóðar starvsfólkum at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.
Virksemið hjá NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og ávikavist Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Monu Mariu úr Fugloy, deildarleiðara, á tel. + 298 793440 ella við telduposti til monamariaf@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m. verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til størvini er á middegi 25. januar 2023.