HAVSTOVAN
Útgivið
10. januar 2023
Útgongur
30. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur:

  • Hevur høvuðsábyrgdina av skipinum.
  • Hevur høvuðsábyrgdina umborð at allar viðkomandi skipanir verða fylgdar. Hesar eru m.a. ISM-skipanin og góðskuskipan, reinføri o.l. í sambandi við dagliga virksemið umborð.
  • Skal seta seg inn í viðkomandi lógir og reglur, ið Havstovan og skipið arbeiða eftir.
  • Skal arbeiða í tøttum samstarvi við „túrleiðaran“ á Havstovuni fyri hvønn túr.
  • Annað fyrifallandi arbeiði.

Førleikakrøv

  • Vinnubræv sum skipari á handilsskipi, Reg. II/2.3.
  • Heilsuváttan fyri sjófólk.
  • Stórur dentur verður lagdur á, at umsøkjarin hevur fiskiroyndir við trolara og royndir undir Føroyum.
  • Galdandi prógv, so sum trygdarskeið, eldsløkking, sjúkraviðgerð og
    onnur viðkomandi skeið.
  • Góðan førleika at samskifta.
  • Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.

Setanartreytir
Størvini verða sett eftir sáttmála millum Føroya Skipara- og
Navigatørfelagið og Fíggjarmálaráðið. Starvsheitið er skipari.

Umsóknir
Skrivligar umsóknir við CV og avrit av viðkomandi prógvum og møguligum ummælum, skulu vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 30. januar 2023.

Umsóknir skulu sendast í telduposti til Havstovuna frámerkt Starv á
starv@hav.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið