P/F ARTICON
Útgivið
12. januar 2023
Útgongur
30. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug og hegni at standa á odda fyri nýggjum byggiverkum og at føra verkætlanir trygt á mál?

ArtiCon søkir dugnaligan, ábyrgdarfullan og royndan verkætlanarleiðara, ið er til reiðar at stýra verklags- og byggiverkætlanum frá A til Z. Tú fært ábyrgd av at gjøgnumføra fleiri størri og minni verkætlanir í senn og verður partur av sterkum verkætlanartoymi í einari av størstu byggifyritøkum í landinum.

Verkætlanarleiðararnir eru andlit okkara mótvegis kundunum. Sambandið og samskiftið byggir á álit og virðing báðar vegir, og fakligur stoltleiki og fleksibilitetur skína ígjøgnum útførandi partin av arbeiðinum. Verkætlanarleiðararnir arbeiða tætt saman við byggileiðarunum í at leiða breiða og trúfasta starvsfólkahópin á byggiplássunum kring landið.

Fakligu uppgávur tínar eru tiltættislegging, eginframleiðsla og samskipan av teimum undirveitarum, ið eru partur av verkætlanum okkara.

ArtiCon hevur dygg starvsfólk, ið duga at tryggja, at verkætlanir eydnast væl. Vit virða óformella umhvørvið og lætta tónan í samspæli við fakligan dugnaskap og málrættaðan arbeiðsinnsats. Vit hjálpa hvør øðrum og geva góða fakliga vegleiðing.

Starvið fevnir í høvuðsheitum um:

  • verkætlanarleiðslu og fíggjarstýring,
  • tilboðsrokning og søluhandfaring,
  • tilrættislegging og stýring av útbúnaði og manning,
  • fundir við byggiharrar, undirveitarar og aðrar veitarar,
  • samstarv við byggileiðarar, handverkarar og undirveitarar,
  • handfaring av nógvum uppgávum á einum arbeiðsplássi, har ofta ovmikið er at gera.

Vit rokna við, at tú:

  • dugir at leiða, tekur initiativ og vísir ábyrgd,
  • hevur fíggjarskil og handilstev,
  • trívist við stórari fríheit, ert fleksibul og arbeiðir sjálvstøðugt,
  • dugir sera væl at skapa jaligar uppfylgingar við kundar, samstarvsfelagar og onnur á marknaðinum,
  • hevur vinarliga medferð yvir fyri kundum og starvsfeløgum,
  • hevur tekniska bakgrund og 5-10 ára royndir frá líknandi starvi.

Tú fært óivað eitt av mest spennandi størvum í Føroyum
Og tað verður í einum óformellum arbeiðsumhvørvi saman við gløggum og røskum starvsfeløgum. Lønin mattjar útbúgving, royndir og førleikar.

Meir at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jón Sigurdsson á tlf. 350700 ella 210683 ella Sunnvard Andreasen, framleiðsluleiðara á tlf. 226117.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 30.januar 2023. Tú søkir starvið her.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 270 fólk.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið