Lýsing
Sum húsavørður kemur tú at hava ábyrgdina av allari vanligari røkt og viðlíkahaldi av bygningunum v.m.
Húsavørðurin ger inn- og útflytingarsýn í sambandi við flyting. Harumframt hevur húsavørðurin umsjón við øllum okkara bygningum, tekur sær av tekniskum installatiónum, so sum el, ventilatión og sanitetsviðurskiftum og røktar grøn økir og tún.
Húsavørðurin hevur nógv samskifti við okkara leigarar. Nógv fólk í øllum aldri hava sítt heim í eini íbúð hjá MARK, og tí er tað ein treyt, at tú er fyrikomandi, tænastusinnað/ur og væl skipað/ur.
Tí mást tú duga væl við fólki.
Leigarar kunnu ringja uttanfyri vanliga arbeiðstíð um tað eru onkrir bráfeingis trupulleikar.
UM TEG
Vit ímynda okkum, at tú, maður ella kvinna, ert fyrikomandi og álítandi, hevur gott handalag, trívist við at hava nógv um oyruni, og at tú hevur hug og evnir til at veita okkara leigarum eina góða tænastu. Vit vænta, at tú hevur viðkomandi arbeiðsroyndir og hevur koyrikort.
Tað sum eyðkennir teg: sjálvstøðugur, vælgjørdur, raskur og álítandi.
VIT BJÓÐA TÆR
Eitt starv, har talan er um nógvar ymiskar uppgávur. Viðkomandi kemur at hava eitt sera sjálstøðugt starv. Vit vóna, at tú kanst byrja í starvinum skjótast gjørligt.
Løn sambært nærri avtalu.
FLEIRI UPPLÝSINGAR UM STARVIÐ
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Gordon Rajani, stjóra, á telefon 290080 ella Nikkel Petersen, verkætlanarleiðari á telefon 290075.
UMSÓKNARFREIST
Umsóknarfreistin er 15. mars 2023. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn til mark@mark.fo. Viðmerk “Húsavørður til MARK” í evnisteigin.
MARK er eitt bústaðarfelag, sum hevur 177 leigumál. Vit hava íbúðir sum eru frá 15m² til 124 m² í stødd.
Virksemi hjá felagnum byrjaði í 2017. Vi hava í okkara virksemi alla virðisketuna frá keyp av lendi og menning, útleiðing og dagliga umsiting. Vit eru 4 starvsfólk.
Sí meira um um MARK á heimasíðu okkara mark.fo.