LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
17. januar 2023
Útgongur
31. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

KT deildin á Landssjúkrahúsinum sóknast eftir ábyrgdarfullum, fyrikomandi og tænastusinnaðum KT supportara. Talan er um fulltíðar starv við byrjan 01.03.2023.

Sum partur av Servicedesk á KT deildini kemur tú, í tøttum samstarvi við tínar starvsfelagar, at verða ein týðandi liðleikari í arbeiðinum at tryggja eina munagóða, vinarliga og fyrstafloks tænastu til okkara starvsfólk. Tú kemur at hava eina breiða kontaktflatu, bæði við starvsfólk, brúkarar og til tíðir eisini veitarar, og kemur tí at loysa fjølbroyttar uppgávur. Til hetta krevst stórt áræði og yvirlit, har oftani nógvir bóltar eru í spæl í senn

Landssjúkrahúsið rekur, umsitur og mennir heilsufakligar skipanir til alt Sjúkrahúsverkið, umframt kommunulæknar og aðrar stovnar í Heilsuverkinum. Okkara virksemi veksur í hvørjum og fyri framman eru fleiri stórar uppgávur, sum skulu loysast. Eitt nú at talgilda heilsuskipanina Cosmic skal takast í nýtslu á eldraøkinum, umframt at seta upp allar KT-skipanir í nýggja H-bygninginum, sum verður eitt tøkniligt frambrot.

Servicedesk – ella í dagligari talu KT skivan - hevur sum uppgávu at veita KT-hjálp til starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum og øðrum, ið hava knýtið til okkara fakskipanir, t.d. kommunulæknar og eldraøkið. Tú verður partur av serivicedesk og kemur at veita 1. Level KT hjálp.

Uppgávurnar hjá Servicedesk fevna millum annað um:

  • At manna 1. level Servicedesk har starvsfólk kunnu venda sær við at møta upp, umvegis telefon ella teldupost.
  • At veita 1. level KT hjálp til starvsfólk og brúkarar av okkara KT skipanum.
  • Skráseting av øllum feilboðum (Incidents) í okkara skrásetingarskipan, og tryggja at serfrøðingar fáa boð tá feilir henda.
  • Skráseting av øllum umbønum (Requests) í okkara skrásetingarskipan, og vera við til at loysa fleiri av uppgávunum.
  • Umsiting av brúkarum og brúkara atgongd í okkara skipanum, m.a. Active Directory og í Cosmic.
  • At seta upp KT útgerð, m.a. teldur, teldlar og fartelefonir, og gera hana klára.
  • At gera brúkaravinarligar vegleiðingar, bæði til innanhýsis brúk á KT deildini og til sjálvhjálp hjá okkara starvsfólkum.
  • At feilfinna og loysa grundleggjandi trupulleikar á bæði hardware/software, t.d teldum, prentarum ella Cosmic.

Førleikar og útbúgving
Vit ímynda okkum, at tú hevur tev og áhuga fyri KT, og viðkomandi útbúgving, kanska sum KT supportari. Tað er týdningarmikið at tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, klárar at skapa álit og at starvsfólk føla seg trygg, tá tey seta seg í samband við Servicedesk. Fyrimunur, tó eingin treyt, er at hava royndir við ITIL ella líknandi KT rammuamboðum. Eisini kann tað verða fyrimunur, um tú hevur royndir at arbeiða í servicedesk ella (KT) kundarøkt.

Sum persónur ert tú jalig/ur og trívist millum góðar starvsfelagar hóast tað til tíðir kann vera nógv at gera. Tú trívist í opnum kontór øki, har nógvir starvsfelagar arbeiða saman.

Vit bjóða:

  • Felags innleiðslu og upplæring.
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar.
  • Tvørfakligt samstarv í øllum Sjúkrahúsverkinum.
  • Eitt fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum mennandi avbjóðingum.
  • Møguleika fyri ávirkan á egið starvsøki- og uppgávur.

Arbeiðsstaðurin er Landssjúkrahúsið. Vit stremba áhaldandi eftir, at karmarnir eru góðir til at gera arbeiðið til fulnar. Vit leggja dent á, at starvsfólk trívast og mennast. Tú fert at starvast í einum nýhugsandi og framfýsnum KT umhvørvi saman við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta teg í samband við Annfinn Thomsen, deildarleiðara á KT-deildini, tlf. +298 234590 ella t-post annfinn.thomsen@ls.fo, ella Hergeir Eldevig, tlf. +298 234674 ella t-post t-post hergeir.eldevig@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 31.01.2023.

Vinarliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Um stovnin”.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

KT-mennari   Falkland Islands (Malvinas) nýtt
13. november 2025
Gongsfólk til Hvíldarheimið Naina   Faroe Islands nýtt
12. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið