Lýsing
Vit sóknast eftir einum timburmanni, ella arbeiðsfólk við royndum innan húsasmíð. Talan er um fulltíðarstarv.
Tað er neyðugt, at tú sum umsøkjari hevur royndir, tá ið væntast kann, at tú sum timburmaður/arbeiðsfólk kemur at arbeiða bæði fyri teg sjálvan og í toymun. Talan er um fjølbroytt arbeiði.
Uppgávurnar eru bæði stórar byggingar og smærri umvælingar, tí kemur viðkomandi at koma nógv runt til ymiskar uppgávur. Tí er neyðugt at umsøkjari kann standa fyri uppgávum, og við ábyrgd. Umsøkjarin má tola broytingar í arbeiðinum.
UM TEG
Vit ímynda okkum, at tú ert fyrikomandi og álítandi, hevur gott handalag, trívist við at hava nógv um oyruni, og at tú hevur hug og evnir til at veita eitt gott arbeiði. Vit vænta, at tú hevur viðkomandi arbeiðsroyndir og hevur koyrikort.
Tað sum eyðkennir teg: sjálvstøðugur, vælgjørdur, raskur og álítandi.
VIT BJÓÐA TÆR
Eitt starv, har talan er um nógvar ymiskar uppgávur.
Vit vóna, at tú kanst byrja í starvinum skjótast gjørligt.
Løn sambært nærri avtalu.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Andrew Christiansen, á telefon 272827.
Umsóknin skal sendast á: rokinhusaumvaling@gmail.com