TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Lýsing
Hevur tú hug at arbeiða innan eldraøkið og at skapa heilsugóð og virðilig kor fyri búfólk á Boðanesheiminum, so er tað tær vit leita eftir.
Søkt verður eftir:
Einum heilsurøktara, starvsbrøkurin er 1,0 ella annan brøk, sum passar tær betur. Arbeitt verður triðja hvørt vikuskifti og stórsti partur av vaktunum verða dagvaktir.
Starvið verður sett frá 1. mars 2023 ella eftir nærri avtalu.