
Lýsing
Vit bjóða eitt lærupláss á goymsluni hjá okkum. Tú kemur at arbeiða við at innkeypi og móttøku av vørum, og við goymslustýring.
Tú kemur at brúka NEMA Lundin skipanina, at menna goymsluna við.
Førleikar:
- Álítandi og dugur at taka ábyrgd
- Hevur prógv frá miðnám
- Ert skipað/ur og fleksibul
- Hevur lætt við at samskifta við fólk
- Dugur at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum í bæði skrift og talu.
Skúlagongdin er í Danmark.
Umsóknarfreistin er 13. februar 2023. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Send umsókn við prógvum, lívsrensl og møguligum ummælum, til jho@univice.fo, og viðmerk “lærupláss goymsla”. Tú kann eisini senda umsóknina í bjálkanum til høgru.
Ynskir tú at fáa meira at vita, kann tú ringja til Marjun Nord á Líðini, tlf. 22 76 00.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk.
Um Univice
Univice varð stovnað í 2010, og er ein tænastuveitari til framleiðsluvinnuna. Felagið er staðsett í Runavík, og hevur 30 fólk í starvi. Arbeiðsumráðið hjá Univice spennir víða, eitt nú:
- Framleiðsla og Umvæling av skipum og virkjum
- Nýgerð og umvæling av glasfiburbátum
- Ráðgeving í samband við framleiðsluvirkir
- Framleiðslubúnaður úr rustfríum stáli