Lýsing
Sjúkrarøktarfrøðingur og starvsfólk at arbeiða sum avloysari í Sambýlinum Eystan Heyg.
Um størvini
- Eitt starv á fulla tíð at byrja 01.03.2023. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum.
- Eitt starv sum leysur avloysari í sambýlinum. Avloysarin verður biðin at arbeiða í sambandi við fráveru, orsakað av sjúku, feriu, skeið o.ø.
Førleikakrøv
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi. Tað kann vera ein fyrimunur um umsøkjarin hevur royndir innan psykiatri og/ella sosialpsykiatriska økið. Neyðugt er at hava koyrikort til bil.
Arbeiðsuppgávur
Sambýlið Eystan Heyg er fyri fólk við ymiskum sálarligum trupulleikum og er partur av Sosialpsykiatriini hjá Almannaverkinum
Ynskir tú at arbeiða við borgarum, sum hava ymiskar sálarligar avbjóðingar og vera við til at skapa ein mennandi og gevandi gerandis dag fyri hesar borgarar, so er tú vælkomin at søkja starv.
Arbeiðsuppgávunar eru at virka fyri, at borgarin fær neyðugan stuðul og umsorgan, soleiðis at viðkomandi fær ein tryggan, skipaðan og mennandi gerðandisdag. Arbeitt verður fram ímóti at stuðla borgarunum í, at liva eitt so sjálvbjargið lív sum til ber, soleiðis at teir kunna klára eina sjálvstøðuga tilveru í egnari íbúð.
Arbeitt verður við virkisætlanum, viðgerðarætlanum og mannagongdum, sum er partur av miljøterapeutiska arbeiðinum.