GIGNI
Útgivið
6. februar 2023
Útgongur
20. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Størvini eru:
32 tímar fast starv í Skúlanum á Skúlatrøð og í smáu skúlunum í Norðuroyggjum.
32 tímar fast starv á smábarnaøkinum í Eysturoynni.
Hesi størvini verða sett frá 15. mars 2023, ella skjótast gjørligt.

20 tímar farloyvisstarv í Skúlanum við Løgmannabreyt skúlaárið 23/24.
24 tímar farloyvisstarv í Skúlanum við Løkin skúlaárið 23/24.
Hesi størvini verða sett frá 1. august 2023.

Møguleiki er fyri setan við størri ella minni brøki, enn lýst, og fyri samanseting av fleiri størvum, um tey tilsamans ikki fara upp um fulla normering.

Vit kunnu bjóða:

  • sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi starv
  • fakligt mennandi umhvørvi
  • at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum

Førleikar og eginleikar:
Vit vænta, at tú...

  • hevur útbúgving sum heilsufrøðingur
  • hevur løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • hevur góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar og onnur
  • ert ábyrgdarfull/-ur og álitisvekjandi
  • ert áhugað/-ur í fakligari menning
  • gevur samtykki til, at Gigni útvegar barnaváttan um teg sambært §2 í
    barnaváttanarlógini, áðrenn setanin kann vera framd.

Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum á bachelorstøði at søkja størvini, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.

Upptøkutreytirnar eru:

  • útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði og danska løggilding
  • viðkomandi royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til trý ár við í minsta lagi 32 tíma arbeiðsviku. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barnapsykiatri ella heimatænasta. Ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 12 mánaðir til longdar, og ein av starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi í 6 mánaðir

Yvirskipað kann væntast, at raðfestingar og mannagongdir kunnu broytast í sambandi við menningartilgongdir.

Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. februar 2023, kl. 12.00.

Vilt tú vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólrun Foldbo, fakligan stjóra, solrunf@gigni.fo tlf. 562394.

Líknandi størv

Vaskifólk til Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
11. november 2025
Starv í Plátufelagnum Tutl   Faroe Islands nýtt
11. november 2025
Handverkari til Ítróttaanlegg   Faroe Islands nýtt
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið