LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
6. februar 2023
Útgongur
19. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tvey føst størv og eitt farloyvisstarv sum sjúkrarøktarfrøðingur til B6 á Landssjúkrahúsinum.

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir trimum sjúkrarøktarfrøðingum. Talan er um tvey føst størv á starvsbrøki 0,7 og 0,8 at byrja 01.04.2023 og eitt farloyvisstarv á starvsbrøki 0,8 at byrja 01.04.2023 til 29.02.2024. Øll størvini hava skiftandi vaktir.

B6 er ein medisinsk deild, ið tekur móti elektivum og akuttum sjúklingum. Deildin hevur pláss fyri 17 sjúklingum. Virksemið á deildini er í tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra somu sergreinar sum deildin. Sjúkrarøkt og viðgerð eru innan sergreinarnar: Onkologi, gastroenterologi, endokrinologi, hematologi, reumatologi, dermatologi, nefrologi, infektiónsmedisin og palliatión.

Væntandi flyta vit í H-bygningin í ár og tí verða broytingar í bæði organisering og arbeiðsplasering.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini
  • Útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina

Vit leggja dent á:

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Fakligar royndir innan sergreinarnar
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Góðan telduførleika
  • Vilja og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
  • Undirvísing og miðlan av vitan skrivliga eins væl og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartnarar, eisini primersektorin.

Vit kunnu bjóða:

  • Innleiðslu og upplæring
  • Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Jaligt tvørfakligt samstarv 

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri kunning um størvini fáast við at seta seg í samband við Guðni Remberg, deildarleiðara á B6, tlf. 304500 - lokal 6036 ella gudre@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 19.02.2023.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni ”Um okum”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Gongsfólk til Hvíldarheimið Naina   Faroe Islands nýtt
12. november 2025
12. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið