LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
6. februar 2023
Útgongur
19. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum læknaskrivara ella skrivara. Talan er um fast starv á brøki 0,9 til setan 01.03.2023 ella eftir avtalu. Læknaskrivarastarvið er fast starv og skrivarastarvið er tíðaravmarkað til eitt ár.

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um vanligar læknaskrivarauppgávur/skrivarauppgávur, telefonavgreiðslu, samskipan av virkseminum í ambulatorium, uml. 2 vaktir á skaðastovuni um mánan, og ymiskt annað.

Læknaskrivararnir á Skurðdeplinum arbeiða við serøkjunum Oyrna-næsa-háls, Hoyriklinikkin, Tannlæknastova, Eygnadeild, ortopædkirurgi, parenkymkirurgi, urologi og mamma-kirurgi.

Skipanir, ið verða nýttar, eru Cosmic, Mirsk, Outlook, Office pakkin, Trio

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum læknaskrivari ella útbúgving sum skrivstovufólk
  • Fleksibilitet og áhuga í tvørfakligum samstarvi
  • Góðan telduførleika
  • Góð samstarvsevni, tænastuhugað/ur og tola skiftandi arbeiðsuppgávur

Dentur verður lagdur á:

  • At tú megnar at arbeiða effektivt
  • At tú tolir skiftandi arbeiðsuppgávur
  • At tú ert samstarvssinnað/ur
  • At tú ert áhugað/ur í tvørfakligum samstarvi
  • At tú ert jalig/ur av lyndi
  • At tú ert opin fyri nýggjum tiltøkum
  • At tú ert fleksibul
  • At tú trívist í einum skundmiklum gerandisdegi
  • At tú hevur yvirlit

Vit kunnu bjóða tær:

  • Eitt áhugavert arbeiðsøki undir støðugari menning
  • Eitt tvørfakligt samstarv við serlæknar, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, fysioterapeutar, ergoterapeutar o.o.
  • Møguleika fyri fakligari- og persónligari menning

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Heidi Vatnsdal á tlf. 304500 - lokal 5801 ella Elin Vitalis á tlf. 304500 - lokal 5102.

Umsóknarfreistin er tann 19.02.2023.

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni “Um okkum”.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

6. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið