ALMANNAVERKIÐ
Útgivið
7. februar 2023
Útgongur
19. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um størvini
Talan er um 2 størv 30 tímar vikuna at byrja 01.03.2023. Arbeiðstíðirnar eru í dagtímunum í millum kl. 11.00 og kl. 17.00

Eisini verður søkt eftir fólki at avloysa í sambandi við fráveru orsakað av sjúku, feriu, skeiðum og øðrum.

Uppgávur
Í Frítíðartoyminum arbeiða vit í einum námsfrøðiligum umhvørvi, har virkað verður fyri, at borgarin fær ein mennandi og fjølbroyttan gerandisdag við innihaldsríkum tilboðum. Frítíðartoymið er í høvuðsheitinum til borgarar við autismu, frá 3 flokki til 10 flokk.

Starvsfólkini skulu virka fyri, at tey sum koma í Frítíðartoymið, fáa neyðugan stuðul og umsorgan, soleiðis at tey fáa ein tryggan og skipaðan gerandisdag.

Uppgávan er at skapa eitt umhvørvi, har sosial samvera, tryggleiki og lívsvirði eru í hásæti. Vit menna og eftirmeta námsfrøðiligar virkisætlanir.

Vit arbeiða eftir ávísum námsfrøðiligum leisti har vit nýta Boardmaker og KAT kassan. Somuleiðis arbeiða vit við støðið í KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðum borgarans. Vit arbeiða bæði fyri at menna førleikar og halda verandi førleikar viðlíka

Uppgávan er somuleiðis at geva ráð og vegleiðing í dagligdegnum og at hava samstarv við tey avvarðandi hjá borgarunum.

sí lýsing her

Líknandi størv

6. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið