Lýsing
Arbeiðsuppgávur
Deildarleiðarin á veterinerdeildini hevur fakligu leiðsluna av deildini. Deildin hevur eftirlit við um djóraheilsa og djóravælferð er í samsvari við galdandi lógir og kunngerðir á økinum.
Deildarleiðarin raðfestir og hevur ábyrgd av at skipa arbeiðið á deildini.
Deildarleiðarin á veterinerdeildini er partur av leiðslubólkinum á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Krøv til útbúgving og aðrar viðkomandi førleikar
- Útbúgving sum djóralækni, fiskaheilsukandidatur ella hava aðra viðkomandi náttúruvísindaliga útbúgving á MSc. stigi.
- Hevur koyrikort til bil.
- Dugir væl at samskifta á føroyskum í skrift og talu ella á øðrum nærskildum norðurlendskum máli.
- Dugir at samskifta á enskum.
- Hevur góðan telduførleika.
Væntanir
Tú skalt, umframt djóraheilsu og -vælferð, hava áhuga fyri almennari fyrisiting.
Vit ynskja umsøkjarar sum hava gott hegni at leiða, eggja til samstarv og duga at skapa trivnað í einum arbeiðsdegi, har arbeiðsferðin til tíðir kann vera høg.
Annað
Um tú ert útbúgving djóralækni luttekur tú í vaktarskipanum fyri djóralæknauppgávur.
Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv at byrja 1. mai 2023 ella eftir nærri avtalu. Vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.
Lønin verður sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið við viðbót sum deildarleiðari 2. Er tú útbúgving djóralækni verður haraftrat veitt autorisatiónsviðbót.
Umsóknarfreist
Umsóknir til starvið við avriti av prógvi, lívsrensli og møguligum viðmælum skal sendast Heilsufrøðiligu starvsstovu, Smyrilsvegur 7, 100 Tórshavn, ella á hfs@hfs.fo. Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 10. mars 2023 kl. 12.00.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Bárð Enni, stjóra á telefon 55 64 00.
Um stovnin
Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur matvøru-, djórasjúku-, djóravælferðar-, djóralækna- og alilógina og rekur kanningarstovu í hesum sambandi.
Høvuðsuppgávurnar hjá Veterinerdeildini eru at tryggja góða djóraheilsu og djóravælferð. Á Veterinerdeildini eru 9,75 normeringar.