MOWI
Útgivið
8. februar 2023
Útgongur
16. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hugsað tær at alið laks?

Kundi tú hugsað tær eitt framtíðar starv, har tú sleppur at arbeiða úti í okkara vøkru náttúru sum alari? So hevur Mowi eitt spennandi lærupláss til tín, har tú samstundis fært nokk at síggja til – bæði verkliga og ástøðiliga.

Uppgávur og skúlatíð

At ala laks er spennandi starv. Laksur frá Mowi skal altíð verða í góðum hondum, og tú verður við til at røkta laksin, frá at hann er rogn, til hann er klárur at seta út á sjógv – so hetta er eitt sera týdningarmikið starv. Og so fert tú sjálvandi eisini á skúlabonk at læra um lívfrøði, fóðring, fiskaheilsu, djóravælferð, trygd og mangt, mangt annað.

Upptøkukrøv

Fyri at koma í læru er 9. floksprógv eitt krav.

Lærutíðin

Lærutíðin er 4 ár, og aftan á tað kanst tú kalla teg alara. Vit hava sjógvaling á Oyndarfirði, við Haldórsvík og á Sandsvág, umframt smoltstøðina á Hellunum, og starvsstaðurin er skiftandi í lærutíðini. Skúlatíðin er á Miðnámi í Vestmanna í fýra umførum. Skúlin byrjar á heysti, men tú kanst koma í læru longu nú í summar.

Lønin er samb. §35 um lærlinga- og yrkislønir í sáttmálanum millum

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

Vilt tú vita meira, so set teg í samband við Leif av Reyni á 791097 ella skriva til leif.reyni@mowi.com.

Umsóknir skulu sendast til mowi.faroes@mowi.com, og freistin at søkja er hósdagin 16. mars.

Mowi er heimsins størsta alifelag við virksemi um allan heim. Framleiðslan hjá Mowi í Føroyum er áleið 10.000 tons av alilaksi um árið. Felagið hevur eina smoltstøð á Hellunum umframt 3 aliøki á sjónum – ávikavist í Oyndarfirði, Haldórsvík og á Sandi. Kryvjivirkið er á Strondum. Umleið 80 fólk starvast hjá Mowi í Føroyum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið