LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
10. februar 2023
Útgongur
26. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Diagnostiski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir læknaskrivara til Røntgendeildina til setan 1. apríl 2023 ella eftir nærri avtalu. Talan er um tvey føst størv á 39 tímar um vikuna.

Um okkum
Á Landssjúkrahúsinum starvast 1100 starvsfólk, harav umleið 25 eru staðsett á røntgendeildini.

Á røntgendeildini starvast 1 deildarleiðari, 4 røntgenlæknar, 14 radiografar og 3 læknaskrivarar.

Deildin ger umleið 39.000 kanningar um árið, sum verða ávístar av sjúkrahús- og kommunulæknum, og samstarvar við onnur sjúkrahús bæði innan- og uttanlands. Eisini verða ávísar kanningar sendar uttanlands at verða beskrivaðar.

Um teg
Tú hevur áhuga í at arbeiða á eini spennandi deild, har tú hevur nógvar bóltar í luftini samstundis, og ynskir at geva títt íkast, bæði fakliga og socialt, fyri einum góðum trivnaði á deildini.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • At bóka tíðir til CT-, MR-, ultraljóðskanningar, mammografi og aðrar røntgenkanningar
  • Skriva røntgenfrágreiðingar
  • Telefonavgreiðsla
  • Teldupostasamskifti
  • Umsetingar
  • Móttøka og skrásetan av sjúklingum

Førleikakrøv:

  • Tú ert útbúgvin læknaskrivari
  • Tú hevur góðar KT- og málførleikar
  • Tú ert fakliga dugnaligur, støðugur, ágrýtin og dámar nýggjar avbjóðingar
  • Tú dugir at raðfesta uppgávur, og evnar at skapa yvirblikk
  • Tú hevur hug at arbeiða fyri góðum samstarvi, bæði mono- og tvørfakligt, við positivari tilgongd til broyting av mannagongdum
  • Tú ert fleksibul, dugir at samstarva, og gevur títt íkast bæði fakliga og socialt
  • Tú ert fyrikomandi, erligur og positivur av nattúru
  • Tú evnar at vera róligur, og hava yvirblikk tá nógv er at gera
  • Tú gevur títt íkast til góða sjúkingagongd við serligum atliti til høga tænastu, góðsku og sjúklingatrygd
  • Tú hevur vilja og áhuga í at miðla vitan á deildini og til aðrar sarvsfelagar

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt tætt samstarv millum læknaskrivarar, røntgenlæknar, radiografar, aðrar fakbólkar og eksternar samstarvspartnarar, umframt kontakt við sjúklingar
  • Nógvar ymiskar uppgávur í góðum tvørfakligum umhvørvi. Røntgendeildini nýtir sera brúkaravinarliga KT-skipan, SECTRA RIS/PACS, sum er karmur um allar kanningar, beskrivilsir og bókingar.
  • Felagsinnleiðsla á sjúkrahúsinum og upplæring á deildini

Vekir hetta tín áhuga, og tú hevur hug til at gerast ein partur av okkara góða arbeiðsplássi, so gleða vit okkum at hoyra frá tær.

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Lisu Frederiksberg, deildarleiðara, Lisa.Frederiksberg@ls.fo , tel +298 304500, lokal 5507.

Umsóknarfreistin er 26. februar 2023

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni “Um okkum”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Gongsfólk til Hvíldarheimið Naina   Faroe Islands nýtt
12. november 2025
12. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið